Lars Løkke Rasmussen hevur seinaastu tvey árini í desember undirhildið sínum fleiri enn 185.000 fylgjarum á Facebook við einum kapitli um dagin í einum jólakalendara, har forsætisráðharrin hevur greitt frá um smátt og stórt úr lívi sínum í íbúðini í Nyhavn, frá familjuni í Føroyum og frá arbeiðinum sum fremsti politikari í Danmark.
Serligu facebookvinirnir forsætisráðharrans frætta um alt frá hansara viðurskiftum við Føroyar, um øl, um familjuna hjá forsætisráðharranum, um hundarnar og sjálvandi alt møguligt um núverandi og fyrrverandi politikarar. Alt hetta kryddrað við privatum myndum, smáum kykmyndum frá lívinum í Løkke-landi.
Dømi úr jólakalendarnum 20. desember er, har Løkke vísir í eini lítlari kykmynd, hvussu góðir hundarnir Bella og Beauty eru at ganga slalom millum beinini hjá forsætisráðharranum í bakgarðinum í Nyhavn. Higartil hevur hetta fingið fleiri enn 7.000 "likes".
Allar dagføringarnar verða nógv deildar og "likaðar" av teimum mongu Facebook-vinunum, og Løkke er fleiri ferðir róstur fyri sín máta at samskifta við danir gjøgnum síni svar til viðmerkingar frá fólki. Forsætismálaráðharrin vann eina virðisløn á TV2 sum ársins politikari á sosialu miðlunum milllum annað vegna sítt arbeiði við jólakalendaranum.
– Hann situr har síðla á kvøldi og árla á morgni.
– Virðisønin er ein premia fyri ta tíð og hjáveru, hann hevur lagt í Facebook, segði Astrid Haug, serfrøðingur í sosialum miðlum, í sambandi við at Lars Løkke Rasmussen fekk virðislønina í sending á TV2, har forsætismálaráðharrin sjálvandi møtti, og sum hann eisini hevur víst á á Facebook.
TRÝST HER fyri síggja Facebook jólakalendaran hjá Lars Løkke Rasmussen.