Løkke er farin undir stóru avbjóðingina

Hóast tepurt grundarlag ætlar forsætisráðharrin, at tað skal síggjast, at Danmark hevur fingið nýggja stjórn

Seinnapartin í dag og í morgin fara nýggi danski forsætismálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra, og hinir sekstan nýggju ráðharrarnir at fundast á Marienborg norðanfyri Keypmannahavn.

Á dagsskránni er, hvussu nýggja stjórnin skal bera seg at fyri at fáa tey málini samtykt í fólkatinginum, sum Lars Løkke Rasmussen legði fram á tíðindafundi á middegi í dag – eina løtu eftir at hann og stjórnin høvdu verið og heilsað upp á drotningina.

 

Lars Løkke Rasmussen boðaði frá, at danir longu í ár á fólkaatkvøðu skulu taka støðu til, um Danmark framvegis skal vera partur av Europol samstarvinum.

Fólkatingið er stevnt til fundar í hesi vikuni. Longu í næstu viku verður uppskot lagt fyri tingið, ið hevur sum mál, at tað fíggjarliga skal loysa seg verri hjá flóttafólkum at søkja sær skjól í Danmark.

 

Millum aðrar ætlanir, sum Løkke boðaði frá á tíðindafundinum, er at lækka marginalskattin við fimm prosentum, og at eingin skattur ella nakað avgjald skal hækka í hesum valskeiðnum.

Vinstri floklurin eigur 34 av 179 atkvøðum í fólkatinginum. Tað eru tey 90 á borgarliga veinginum, sum hava víst Lars Løkke Rasmussen álitið at vera forsætismálaráðharri. Tað er tó eingin loyna, at borgarligu flokkarnir eru ikki samdir um, hvussu politikkurin skal leggjast til rættis, um tað so hevur við búskap, Europa og flóttafólk og innflytarar at gera.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann ætlar at leggja nógv fyri í royndunum at fáa breiðar semjur um sínar ætlanir.

 

Summir eygleiðarar rokna við, at tað fer at eydnast Lars Løkke Rasmussen at varðveita stjórnarvaldið alt fýra ára valskeiðið, og aðrir siga seg rokna við, at tað verður fólkatingsval aftur um eitt ár ella kanska um tvey ár.

 

Formaðurin í størsta flokkinum á borgarliga veinginum, Kristian Thulesen Dahl, formaður í Dansk Folkeparti, hevur longu sagt, at hann heldur stjórnargrundarlagið vera ov nógv eyðkent av Vinstra, og at forsætismálaráðharrin í sínum orðingum ikki hevur lagt nóg nógv upp fyri, at hann er stjórnarleiðari fyri stjórn, sum m. a. er grundað á tær 36 atkvøðurnar, sum Dansk Folkeparti hevur í fólkatinginum.

Eitt tað fyrsta takið hjá Lars Løkke Rasmussen verður at skrúva fíggjarlóg saman, sum Dansk Folkeparti kann taka undir við. Tað ber m. a. við sær, at fleiri pengar skulu brúkast í eldrarøktini og á heilsuøkinum. Vinstri flokkurin ætlar ikki, at almenni parturin av búskapinum skal vaksa, og Liberal Alliance vil hava almenna partin at verða minni, enn hann er.

 

Forsætismálaráðharrar í Danmark síðani 2. heimsbardaga

1945-1945 Vilhelm Buhl, S

1945-1947 Knud Kristensen, V

1947-1950 Hans Hedtoft, S

1950-1953 Erik Eriksen, V

1953-1955 Hans Hedtoft, S

1955-1960 H. C. Hansen, S

1960-1962 Viggo Kampmann, S

1962-1968 Jens Otto Krag, S

1968-1971 Hilmar Baunsgaard, R

1971-1972 Jens Otto Krag, S

1972-1973 Anker Jørgensen, S

1973-1975 Poul Hartling, V

1975-1982 Anker Jørgensen, S

1982-1993 Poul Schlüter, K

1993-2001 Poul Nyrup Rasmussen, S

2001-2009 Anders Fogh Rasmussen, V

2009-2011 Lars Løkke Rasmussen, V

2011-2015 Helle Thorning-Schmidt, S

2015-           Lars Løkke Rasmussen, V