Løkke: Danmark fordømir forboð hjá Ísrael móti ST-felagsskapi

Danski uttanríkisráðharrin vil hava Ísrael at virða altjóðarætt og tryggja ótarnaða hjálp.

Ísrael hevur bannað ST-felagsskapinum UNRWA at virka úr Ísrael. (Arkivmynd). - Mynd: Jack Guez/Ritzau Scanpix

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, finst hvassliga at tí, at tjóðartingið í Ísrael, Knesset, í gjár samtykti eina lóg, sum bannar ST-felagsskapinum UNRWA at virka úr Ísrael.

- Danmark fordømir og stúrir fyri avgerðini hjá Knesset um at taka aftur framíhjárættindini og órinið hjá UNRWA. UNRWA er miðdepil í at veita lívbjargandi humanitera hjálp til sivilfólkið.

- Ísrael skal tryggja ótarnaða humanitera hjálp og virða altjóðarætt, skrivar Lars Løkke Rasmussen týsdagin á X-profilinum hjá Uttanríkisráðnum.

UNRWA er felagsskapurin hjá Sameindu Tjóðum, sum hjálpir palestinskum flóttafólkum í Miðeystri. Stovnurin arbeiðir í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum umframt í Libanon, Sýria og Jordan.

92 limir í Knesset atkvøddu fyri uppskotinum, meðan tíggju atkvøddu ímóti, skrivar ísraelska blaðið Haaretz mánadagin.

Bæði stjórnarsamgongan og limir í ísraelsku andstøðuni taka undir við forboðnum.

Felagsskapurin, sum veitir neyðhjálp, skjól og heilsutænastur og veitir útbúgving til palestinsk børn, verður mettur at hava alstóran týdning fyri sivilfólk í krígsherjaða Gaza og Vestara Áarbakka.

Talskvinnan hjá UNRWA, Juliette Touma, hevur kallað bannið fyri eina "gølu", og lond sum USA og Bretland hava eisini víst á stúran fyri banninum.

Aðalskrivarin hjá Amnesty í Danmark, Vibe Klarup, kallar í skrivligari viðmerking forboðið fyri "eina vanlukku og deyðadóm fyri íbúgvarnar í Gaza, sum eru bundnir av ST-hjálp til mat, vatn og atgongd til heilivág".

- Hetta hendir í eini tíð, har ST júst hevur ávarað um, at útbyggingin í Gaza er í vanda fyri at verða sett 70 ár aftur orsakað av dripnum fólkum í túsundatali, umfatandi fátækradømi og hungri, umframt fyrilitarleysari oyðilegging av undirstøðukervinum, skrivar hon.

Ísrael hevur serliga ringt samband við UNRWA, sum tað hevur ákært fyri at hava tilknýti til yvirgang.

Millum annað hevur Ísrael ákært UNRWA fyri, at fleiri av starvsfólkunum vóru við í álopinum hjá hernaðarrørsluni Hamas 7. oktober 2023.

ST segði í august, at níggju starvsfólk hjá UNRWA kunnu hava verið við í álopinum 7. oktober. Tey eru uppsøgd.

Harumframt er komið fram, at ein herleiðari hjá Hamas, sum varð dripin í einum loftálopi, hevði starv hjá felagsskapinum.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ísrael hevur bannað ST-felagsskapinum UNRWA at virka úr Ísrael. (Arkivmynd). - Mynd: Jack Guez/Ritzau Scanpix