Løgtingsval kann vera 20. januar

Um samgongukreppan endar við, at løgtingsval verður skrivað út, so skal tað gerast við eini freist, sum er millum fýra og fimm vikur.

 

Løgtingslóg um løgtginsval sigur soleiðis um nýval:

»Verður val, antin tí at løgtingið ella løgmaður hava skrivað út nýval, sendir løgmaður alt fyri eitt út kunngerð um hetta og ásetir valdagin við í minsta lagi 4 viku freist og í mesta lagi 5 viku freist, eins og løgmaður samstundis sigur valnevndini frá hesum. Valnevndin sendir skjótast gjørligt øllum valstýrum fráboðan frá hesum«.

Um val verður útskrivað hósdagin – beint áðrenn málið um sammøður skal til 3. viðgerð, so kann valið haldast í seiansta lagi 20. januar. Og júst 20. januar hevur áður verið valdagur. Tað var hann í 2004, tí at Annfinn Kallsberg hevði skrivað út val í úrtíð eftir stríð í fullveldissamgonguni millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi.

Januarval hava verið í 2008, í 2004, í 1940, í 1936, 1932, 1928 og 1924.

Løgtingsvalini hava verið hesar dagar síðani floksbýtið á tingi í 1906:

2019, 31/8

2015, 1/9

2011, 29/10

2008, 19/1

2004, 20/1

2002, 30/4

1998, 30/4

1994, 7/7

1990, 17/11

1988, 8/11

1984, 8/11

1980, 8/11

1978, 7/11

1974, 7/11

1970, 7/11

1966, 8/11

1962, 8/11

1958, 8/11

1954, 8/11

1950, 8/11

1946, 8/11

1945, 6/11

1943, 24/8

1940, 30/1

1936, 28/1

1932, 19/1

1928, 23/1

1924, 22/1

1920, 10/11

1918, 24/4

1916, 28/2

1914, 2/2

1912, 2/2

1910, 12/2

1908, 2/2

1906, 18/7