TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann hjá Tjóðveldi, sum saman við Hendriki Old, løgtingsmanni hjá Javnaðarflokkinum hevur stríðst ein stóran part av degnum at skera fisk á tiltakinum "Ein dagur á Grynnuni".
Páll fegnast um, at høvuðsstaðurin, sum ein kanska ofta ikki tvinnar saman við okkara tilfeingið kann verða karmurin um ein dag, har føroyska tilfeingið verður heiðrað.
Páll er eisini fegin um, at bæði børn og vaksin kunnu nema sær kunnleika um tilfeingið á einum slíkum degi.
Fleiri myndir frá tiltakinum síggjast niðanfyri.