Í gjár samtykti Løgtingið at játta neyðhjálp bæði til Ukraina, og til Turkalands og Sýria, har harðir jarðskjálvtat hava rakt fólk í milliónatali, sum antin hava latið lív, ella hava mist hús og heim. Men tað leyp í eyguni á løgtingsfólkum, at landsstýrið ætlaði at býta hjálpina so ójavnt við tað, at sjey milliónir skuldu latast til Ukraina og bara 500.000 krónur skuldu latast til offrini eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi og í Sýria.
Ein av teimum, sum gav ilt av sær, var Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann heldur, at Landsstýrið var pírið við jarðskjálvtaoffrini í Turkalandi og í Sýria, tí hjálpin, sum ætlanin var at lata teimum, røkkur ikki til meiri enn ein Lada-bil. Hann helt, at tað er beinleiðis særandi at síggja, at landsstýrið ger so stóran mun á hesum báðum vanlukkuøkjunum, tí hann heldur, at neyðhjálpin eigur at verða býtt nøkunlunda javnt ímillum krígsoffrini í Ukraina og tey, sum eru rakt av jarðskjálvtanum í Turkalandi og Sýria.
Eisini Liljan Weihe úr helt, at Turkaland og Sýria eiga at fáa meiri í neyðhjálp enn tað, sum svarar til eina hampiliga ársløn, men hon heldur, at hetta er eitt fet tann rætta vegin. Hon vísti á, at 500.000 krónur røkka til at geva 80 familjum heit klæðir, neyðsynjarvørur, og tak yvir høvdið, so hetta hevur stóran týdning fyri teir einstaklingar, sum fáa hjálpina.
Men tá ið Løgtingið samtykti at lata hjálpina, varð skeivleikin rættaður eitt sindur við tað, at neyðhjálpin til Turkalands og Sýria hækkaði upp í eina millión.
Hinvegin varð spurningurin eisini reistur um, hvussu nógv eitt land sum Føroyar, yvirhøvur eiga at lata í neyðhjálp. Men sum heild eru tað nógvir tinglimir, sum halda, at Føroyar, sum er eitt av allarríkastu londum í heiminum, eiga at lata meiri í meinningarhjálp og í Løgtinginum er vilji til at hækka játtanina til neyðhjálp. Ein máti, sum varð nevndur, er at hækka játtanina á høvrjum ári hesi næstu árini.