Løgtingslimir trúgva ikki Johan Dahl

Hann sigur, at hann visti púra einki um stjóraskiftið í Atlanrtsflogi, men tinglimir ivast

Løgtingslimir trúgva ikki rættiliga Johan Dahl, tá ið hann sigur, at hann visti púra einki um, at Magni Arge Skuldi sigast upp sum stjóri í Atlantsflogi

 

Tað var týðiligt í Løgtinginum í morgun, tá ið Høgni Hoydal spurdi hann, hvønn leiklut, hann hevur havt í uppsøgnini at Magna Arge

 

Johan Dahl sigur stutt og greitt, at hann visti púra einki fyrrenn klokkan 23 leygarkvøldið, tá ið hann fekk boð um, at nýggjur stjóri varð settur í Atlantsflogi.

 

- Annars havi eg ongan leiklut havt í málinum,  og tað skal eg heldur ikki hava, staðfestir Johan Dahl.

 

Hann sipar til, at Atlantsflog er skrásett á virðisbrævamarknaðinum og har eru greiðar reglur fyri, hvussu eigarin skal kunnast, tí alt skal fráboðast virðisbrævamarknaðinum, áðrenn tað verður fráboðað partaeigarunum

 

Men hesum hava tingfólk ringt við at trúgva.

 

Bæði Kristina Háfoss, Jákup Mikkelsen og Kári P. Højgaard halda, at Johan Dahl veit meiri enn hann letst.

 

- Tað er ringt at trúgva, at einki samskifti hevur verið ímillum nevndarformannin í Atlantsflogi, Niels Mortensen, og Johan Dahl, áðrenn stjóraskifti, sigur Kristina Háfoss.

 

Bjørt Samuelsen spyr um tað er rætt, sum útlendskir miðlar skriva, at Johan Dahl varð kunnaður fyri tveimum mánaðum síðani. Hon vil eisini hava at vita, hvat landsstýrismaðurin sær fyri sær, hvat nú fer at henda, um ferðaseðlarnri verða bíligari,  ella vit fáa fleiri rutur.

 

Jákup Mikkelsen heldur, at han má vita meiri enn hann letst og Kári P. Højgaard heldur, at tað er løgið, at Johan Dahl einki veit um at stjóri koyrdu frá, tí at nýggj strategi skal leggjast.

 

Hann heldur, at tykist ikki sum eitt tilttal, sum er væl lagt til rættis, tí hvørki nevndarformaðurin, ella nýggi stjórin hava greitt frá, hvørja kós Atlantsflog skal leggjast á.

 

Johan Dahl sigur, at hann skilir væl spurningarnar, men hann endurtekur, at hann hevur ongan leiklut havt í stjóraskiftinum yvirhøvur.