- Tað vísir seg at løgtingslimir, teir sum ikki búgva í Havn, hava úttala seg, enntá á løgtingsins røðarapalli, at teir ikki vilja hækka hana, tí tað verður ov dýrt hjá teimum at gjalda meira enn hesar 200 krónurnar.
- Tað er eitt sindur harmiligt at hoyra, um tað byrjar har uppi frá, og tað er eitt argument fyri ikki at vilja hækka tær. Eg havi ikki sjálv tankar um hvussu høgt upp eitt slíkt gjald skal koma, men eg haldi tað vera rímiligt at hækka hesar bøturnar.
Tað sigur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, í samrøðu við tíðindini á Rás 2, nú hon hevur sett hol á kjaki um parkeringsviðurskiftini í Tórshavnar kommunu.
Forkvinnan ásannar, at man hevur trupulleikar við manglandi parkeringsmøguleikum í miðbýnum, men at tað er løgtingið, ið hevur forðað fyri loysnum.
- Hetta er nakað, ið vit hava arbeitt við nokk so leingi, og tað hava verið ymiskar tankar, eisini tað at hækka bótina, men tað sleppa vit ikki, tí løgtingið hevur sagt nei. Eisini at fáa gjaldsparkering hava vit hugsað um, tað hava vit heldur ikki fingið møguleika til enn, soleiðis at man kann útvega fleiri parkeringspláss.
Hoyr alla samrøðuna við Elin Lindenskov við at trýsta á pílin undir myndini.

Løgtingslimir forða fyri hægri parkeringsbótum





