- Eg man hava koyrt Mercedes seinastu 10 árini. Havi havt tveir bilar av slagnum undan hesum, sum eg keypti mær fyri nøkrum vikum síðan.
Tað sigur løgtingskvinnan, býráðslimurin og løgreglukvinnan í Klaksvík, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
- Mær dámar ógvuliga væl hesar bilarnar, og mær dámar væl týskar bilar yvirhøvur. Bilarnir eru behagiligir at koyra, og so dámar mær eisini ógvuliga væl designið.
Hon leggur aftrat, at hin fyrsti Mercedes-bilurin riggaði ikki so væl, sum hon kundi hugsað sær, men annar bilurin av slagnum var góður.
- Nú havi eg ein nýggjari Mercedes, ið eg vænti fer at roynast. Eg keypti henda bilin fyri nøkrum vikum síðan, og hann er umleið eitt ára gamal.
Spurd, um hon fer at halda fast um Mercedes-Benz, sigur hon, at tað er ikki heilt vist.
- Nú fái eg at síggja, hvussu hesin bilurin fer at roynast. Hann er so nýggjur enn, men eg veit í hvussu er, at eg fari altíð at dáma hesar bilarnar væl.
Í grein í Vikublaðnum, sum kemur mánadagin, greiðir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eisini frá, hví hon í veruleikanum fekk navnið Mercedis. Í blaðnum er eisini søgan um, hvussu bilarnir fingu navnið Mercedes-Benz.
Myndina tók Dávur Winther.










