Annfinn V. Hansen hevur sent løgtinginum rokning fyri sítt lutfalsliga stutta skeið sum kanningarstjóri. Meirilutin í formansskapinum vil ikki gjalda.
Higartil hevur ikki borið til at fáa innlit í rokningina, og løgtingsstjórin noktar at upplýsa tølini. Men sum in.fo skilir er talan um millum 70.000 og 90.000 krónur.
Annfinn V. Hansen varð biðin til kanningarstjóra 19. november í fjør. Hansara uppgáva var at kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen í málinum um Skálafjarðartunnilin. At kalla beinanvegin varð ivi sáddur um hansara gegni, og bara smáar tveir mánaðir seinni bað Annfinn V. Hansen um at vera loystur frá uppgávuni.
Í tíðindaskrivi 10. januar grundgav Annfinn V. Hansen soleiðis fyri síni avgerð:
”Orsøkin er kjakið um mín leiklut í málinum, sum tekur fokus frá sjálvari kanningini. Sjálvur meti eg meg framhaldandi vera gegnigan at viðgera málið. Tó hevur tað rumbul, sum hevur verið um mín persón gjørt, at kanningin neyvan fær nóg stórt trúvirði.”
Herfyri sendi Annfinn V. Hansen so Løgtingsskrivstovuni rokning fyri sítt arbeiði sum kanningarstjóri hesar stívliga tveir mánaðirnar um ársskiftið.
Við rokningini strikar Annfinn V. Hansen undir sítt uppáhald, at hann var gegnigur til uppgávuna sum kanningarstjóri í nevnda máli.
Tí sambært leiðreglunum fyri advokatar hevur ein ógegnigur advokatur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá einari uppgávu vegna sítt manglandi gegni. Somuleiðis siga leiðreglurnar, at advokatur hevur skyldu til at boða frá, hvørt hann er gegnigur til at viðgera eitt mál.
Rokningin fellur tó ikki í góða jørð hjá formansskapinum í løgtinginum.
– Eg góðtaki ikki, at løgtingið rindar pengar til ein mann, sum er so opinlýst ógegnigur, sigur Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, sum er partur av formansskapinum.
Heldur ikki samgongutinglimirnir í formansskapinum halda rokningina vera í lagi, og nokta somuleiðis at gjalda:
– Nei, eg haldi ikki, at løgtingið eigur at gjalda eina slíka rokning, sigur Alfred Olsen.
– Nei, løgtingið eigur ikki at gjalda rokningina, sigur Gerhard Lognberg.
Alfred Olsen og Gerhard Lognberg grundgeva sína støðu við at vísa til gegnistrupulleikarnar hjá Annfinni V. Hansen.
Hvørgin teirra sigur seg hava sæð rokningina frá Annfinni V. Hansen, men báðir meta longu nú, at eingi er at gjalda fyri.
– Her er einki arbeiði gjørt, sum tingið eigur at gjalda pengar fyri. Spurningurin um hansara gegni tók seg upp at kalla beinanvegin, sigur Alfred Olsen.
– Løgtingið kann ikki leypa á leistum og gjalda rokningar fyri arbeiði, sum ikki er gjørt. Eg haldi ikki, at Annfinn V. Hansen var nóg greiður, tá hann upplýsti um síni viðurskifti, sigur Gerhard Lognberg.
Rokningin frá Annfinni V. Hansen er enn ikki umrødd í formansskapinum hjá løgtinginum. Men tað skal hon, stendur tað til Páll á Reynatúgvu:
– Eg gjørdi beinanvegin greitt, at eg metti tað vera óheppið at velja Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra, bæði vegna hansara politisku fortíð og aktiva leiklut í málinum. Nú rokningin er komin, krevji eg málið fyri formansskapin. Tað kann ikki vera rætt, at tingið skal gjalda fyri ein mann, sum er so opinlýst ógegnigur til uppgávuna, sigur Páll á Reynatúgvu.
In.fo hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni. Men higartil hava royndirnar verið til fánýtis. Heldur ikki hevur borið til at fáa fatur á Annfinni V. Hansen, advokati.
Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, hevur ongar viðmerkingar til málið.










