Tað verður Poul Michelsen, ið er ellisformaður á løgtingi, ið setur nýggja tingið, tá tað møtist fyri fyrstu ferð týsdagin. Tað er í tráð við tingskipanini §2, ið ásetir at tað er ellisformaðurin, ið tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður inntil nýggjur formaður er valdur.
Valbrøvini eru send til teirra, ið vórðu vald á valinum. Á løgtinginum verða hesi brøvini eftirkannaði sum ásett í stýrisskipanarlógini og tingskipanini.
Tá valbrøvini og valúrslit er góðkent og løgtingsmenn hava skriva undir váttan, har tey leggja frá sær øll álitisstørv, ið eru í stríð við stýrisskipanarlógina §8, er val av løgtingsformanni og næstformonnum á skránni.
Tað er vanligt, at teir flokkarnir, ið skipa samgongu, avtala sínámillum hvør verður tingformaður. Í 2002 eydnaðist tó ikki at skipa samgongu áðrenn løgtingið kom saman aftur, so Edmund Joensen varð valdur sum løgtingsformaður. Hann sat tískil sum løgtingsformaður, hóast Sambandsflokkurin endaði í andstøðu.










