Í dag er eitt ár síðani Russlan leyp á Ukraina og tað er ein dagur, sum fólk um allan heimin minnast.
Tað gera vit eisini í Føroyum. Í hesum sambandi boðaði Tórshavnar Býráð frá, at tey fóru at flagga við ukrainska flagginum í dag. Og nú boðar eisini Børt Samuelsen, løgtingsformaður frá, at í dag verður ukrainska flaggið vundið í húnar hátt uttan Fyri Føroya Løgting. Har fer ukrainska flaggið at veittra í góðveðrinum í dag, saman við Merkinum.
Á hendan hátt vilja vit sýna samhuga við ukrainska fólkinum, sigur løgtingsforkvinnan.
– Flokkarnir á tingi hava allir staðið saman um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina og at seta tiltøk í verk at mótmæla krígnum, sigur Bjørt Samuelsen.
– Kríggið er eitt álop á frælsi og fólkaræðið, og vit vilja á henda hátt sýna okkara samhuga við ukrainska fólkinum, og ikki minst teimum ukrainarum, sum nú búgva í Føroyum, sigur hon
Hon sigur, at í dag fer Løgtingið eisini at senda, Verkhovna Rada, sum er fólkavalda tingið í Ukraina, eina samhugaheilsan.