Um smáar tvær vikur verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at loyva tveimum fólkum av sama kyni at giftast.
Tað eru tey trý tingfólkini, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Poul Michelsen úr Framsókn, sum leggja uppskotið fyri Løgtingið.
- Uppskotið er klárt at leggja fram, men tann eini uppskotsstillarin, Poul Michelsen, er burturstaddur. Tí verður bíðað við at leggja uppskotið fram, til hann er afturkomin.
Poul Michelsen umboðar í hesum døgum Løgtingi á ST aðalfundi í New York og verður aftur tann 12. november.
Endamálið við uppskotinum er at broyta hjúnabandslógina, so at tað verður loyvt hjá tveimum fólkum av sama kyni at giftast borgarligt.
Tað merkir, at tað verður ikki álagt kirkjum og samkomuhúsum at gifta fólk av sama kyni.
Rigmor Dam sigur, at hon hevur onga meting av, hvørja lagnu, uppskotið fær, tí tey hava ikki loddað dýpið.
Men hon heldur, at kanska er hetta eitt mál, sum skal mýkjast.
Hon ger eisini greitt, at verður uppskotið ikki samtykt hesa ferð, fara tey ikki at sleppa tí, men fara at leggja tað fram aftur seinni.
- Tað tók eisini sína tíð at broyta grein 266b í revsilógini, so at tað eisini er ólógligt at gera seg inn á fólk vegna teirra kynsliga samleika, tí tað varð ikki samtykt fyrstu ferð, tað varð lagt fram.
- So skuldi uppskotið um at broyta hjúnabandslógina verðið felt fyrstu ferð, fella vit ikki í fátt, men at royna aftur seinni, sigur uppskotsstillarin.
- Vit føla, at vit eru røttu megin nútíðina, leggur Rigmor Dam afturat.