Løgtingið úr at gera

Eftir ætlanini skal hendan tingsetan enda tann 9. mai, og til ta tíð skal Tingið avgreiða 60 mál.

Eins og onnur ár hevur Løgtingið eisini hesaferð eina rúgvu av málum at avgreiða upp undir endan á setuni.

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ásannar eisini, at Tingið fær nóg mikið at gera tær báðar seinastu vikurnar, men hann væntar, at tíðarætlanin fer at halda.

 

Andstøðan eigur ein rættiliga fittan part av málunum, sum eru eftir at avgreiða, og vanliga fella tey flestu - um ikki øll, og so fáa tey bara eina viðgerð afturat, meðan tey, sum verða samtykt, skulu til 3. viðgerð eisini. 

 

-Nøkur álit eru komin úr nevndunum, og hini koma í vikuni, so Tingið fær nóg mikið at gera, men soleiðis er tað altíð upp undir endan á eini tingsetu, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.