Løgtingið skal siga nei takk til 2.520 milliónir

Umframt yvir 11 milliardir, sum Løgtingið longu hevur sagt nei-takk til frá donsku stjórnini. Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskot fyri tingið

Á tingfundi í morgun klokkan 10 fer Løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskoti hjá Tjóðveldi um at strika ríkisveitingina úr Danmark.

 

Ítøkiliga snýr málið seg um at minka blokkstuðulin 90 milliónir næstu sjey árini. Blokkstuðulin er 641,8 milliónir krónur um árið, og tað hevur hann verið, síðani undanfarna samgonga síðani 2015, tá undanfarna samgonga bað Fólkatingið taka burtur prístalviðgerðina av blokkstuðlinum.

 

Søgan um blokkstuðulin er annars tann, at gamla endurgjaldsskipanin frá ríkiskassanum til landskassan varð broytt í 1988 til blokkstuðul, ella ríkisveiting, sum tað eisini verður nevnt. Áður rindaði staturin part av ávísum málsøkjum í Føroyum, við ríkisveitingini varð hetta lagt í eina heildarveiting, sum verður goldin inn á løgtingsfíggjarlógina – og upphæddin var prístalsregulerað.

 

Í 2001 var ríkisveitingin komin upp á 982 milliónir krónur. Eftir at samráðingarnar hjá fullveldislandsstýrinum við donsku stjórnina um loysing kollsigldu í 2000 og fólkaatkvøðan um loysing, sum skuldi vera í Føroyum 26. mai í 2001 varð avlýst, legði samgongan á annan bógv. Og tað var at royna at loysa Føroyar við at minka blokkstuðulin. Løgtingið samtykti tí í 2001, at blokkstuðulin fyri 2002 skuldi minka við einum triðingi – við 366 milliónum krónum.

 

Næstu árini lá blokkurin tí støgðut á 616 milliónum.

 

Til løgtingsvalið í 2011 var tað stóra lyftið frá Sambandsflokkinum, at blokkurin skuldi uppaftur. Umframt at fáa tað mista aftur, vildi Sambandsflokkurin hava blokkin prístalsviðgjørdan.

 

Tá Jørgen Niclasen so varð sendur til donsku stjórnina við boðnum, tá danska fíggjarlógin skuldi gerast fyri 2012, var hann vendur í hurðini.

 

– Føroyingar høvdu sjálvir biðið um at lækka stuðulin. Men at prístalsviðgera blokkin, tað vildi danska stjórnin fegin.

 

Tí vaks stuðulin frá 2012, so sum danska prístalið vaks. Í 2015, tá undanfarna landsstýrið tók við, var blokkurin komin upp á 641,8 milliónir krónur, og tá komu boðini frá nýggja landsstýrinum í Føroyum, at prístalsreguleringin skuldi takast burtur aftur. So varð gjørt.

 

Nú Sambandsflokkurin er komin til valdið aftur, tosar eingin um at hækka blokkstuðulin. Ikki ein gong um at prístalsregulera hann.

 

So kanska tað er rætta løtan hjá Tjóðveldi, nú Løgtingið morgun fer at kjakast um at taka stuðulin heilt burtur eftir sjey árum. Uppskotið frá Tjóðveldi er at minka stuðulin 90 milliónir um árið. Tað vil so siga, at eftir sjey árum hevur Løgtingið sagt nei-takk til 2.520 milliónir krónur.

 

##med2##

 

Ein uppgerð, sum Sosialurin gjørdi herfyri vísti, at avleiðingin av blokkniðurskurðinum í 2002 er, at Føroyar hava mist – ella rættari frásagt sær 10,5 milliardir krónur, sum Føroyar høvdu havt fingið, um ikki Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin høvdu minkað hann í 2001.

 

Spurningurin er so, um Fólkaflokkurin tekur undir við Tjóðveldinum hesaferð. »Fullveldisflokkarnir«, Fólkaflokkurin (8), Tjóðveldi (6), Miðflokkurin (2) og Sjálvstýri (1) hava meiriluta á tingi í dag.

 

Tað er tó valla hugsandi, at gamla fullveidssamgongan stendur øksl móti øksl við Tjóðveldi í hesum máli í dag.

 

Fullveldi hevur lítla raðfesting hjá gomlu samstarvsflokkunum hjá Tjóðveldi.

 

Men hinvegin kunnu vit siga, at samríkisflokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, hava kortini tikið undir við blokkniðurskurðinum, tí eingin tosar um at hækka hann aftur, hóast hann higartil hevur »kostað« føroyska samfelagnum yvir 11 milliardir krónur síðani 2001.