Løgtingið skal ikki taka støðu til hernaðar-radara í Føroyum

Tað er ikki tann rætta mannagongdin at leggja málið fyri Løgtingið, sigur Jenis av Rana

Spurningurin um ein hernaðar-radari skal setast upp í Føroyum, er ikk eitt mál, sum eigur at verða lagt fyri Løgtingið. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur spurt hann um hann kann vátta, at endaliga avgerðin verður tikin í Løgtinginum.

 

Jenis av Rana sigur, at enn er eingin avgerð tikin um at seta nýggjan loftseftirlitsradara upp í Føroyum. Men hann sigur, at higartil hava tey ikki mett, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða lagt fyri Løgtingið. Hinvegin er hetta eitt má, sum eigur at verða lagt fyri Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, tí talan er um eitt mál, sum hevur týdning fyri viðurskiftini ímillum Føroya og Danmark, og samstundis er hetta eitt mál, ið hevur uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at í hesum sambandi hava tvær ráðførslur, og eitt samráð, verið við Uttanlandsnevnd um málið. Og samstundis sigur sigur hann, at endalig avgerð verður ikki tikin fyrrenn hann hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina einaferð afturat.