Uppskotið hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um Skálafjarðartunnlin hevur breiðan stuðul í løgtinginum. Í øllum førum, um hugt verður eftir støðuni í rættarnevndini hjá Løgtinginum, sum hevur skrivað álit, nú málið kemur til aðru viðgerð í løgtinginum í dag.
Undir viðgerðini hevur rættarnevndinnevndin havt fund við umboð fyri Tórshavnar Kommunu og fólk úr Hesti, Palla Gregoriussen, arkitekt, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Bank Nordik, Landsbyggifelagið, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar, Gjaldstovuráðið, Landsverk, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.
Nevndin hevur harumframt fingið skrivligar viðmerkingar frá Búskaparráðnum. Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Brandur Sandoy, Eivin Jacobsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu) staðfestir, at ein breið semja er gjørd millum allar flokkar á tingi um at fara undir at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Rættarnevndin stendur við hesa breiðu politisku semju um Føroya størstu verkætlan við hesi grundgeving:
– Endamálið við lógaruppskotinum er at betra um undirstøðukervið í Føroyum. Henda størsta samferðsluverkætlan í Føroya søgu kemur sostatt at hava avgerandi týdning fyri menningina av Føroyum sum eitt framkomið vælferðarsamfelag. Góð samferðsluviðurskiftir eru fortreyt fyri vinnuligari menning í Føroyum og skynsomum rakstri av samfelagnum. Tað verður tí roknað við, at tunlarnir fara at fremja flytførið munandi og at stimbra búskaparvøksturin.
– Meirilutin leggur dent á, at tunnilsverkætlanin í so stóran mun sum gjørligt eigur at verða framd av føroyskum vinnulívi og arbeiðstakara soleiðis, at bæði íløgupeningurin og raksturin av tunlunum koma føroyska samfelagnum til góðar.
– Meirilutin er samdur um, at verkætlanarmálið í størstu byggiverkætlanini í Føroyum, um møguligt, eigur at vera føroyskt. Hóast tað átti at verið ein sjálvfylgja, er neyðugt at staðfesta, at útbjóðing- artilfarið viðvíkjandi verkætlanini í mestan mun verður á føroyskum máli.
Meirilutin ásannar, at linjuføringin er partur av politisku semjuni, og tøkniliga og fíggjarliga avbjóðingin verður í samsvari við hana.
– Hóast nógvir hoyringspartar hava verið í nevndini, so eru ikki sjónarmið komin fram, sum órógva tunnilssemjuna. Tað ber til at fremja verkætlanina við lýstu fíggjarligu treytunum, sigur meirilutin í rættarnevndini, sum eru øll umboðini uttan umboðið hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen, sum tekurs tøðu í tingsalinum.
Skráin til tingfundin í dag sær soleiðis út:
Týsdagur, 8. Apríl 2014, kl. 11:00
1.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 43/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje" (avlurting og videoavhoyring av børnum)
2.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 62/2013: Uppskot til samtyktar um stuðul til keyp av triðjalandsfiski ella norskum fiski
3.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy
4.
2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 72/2013: Uppskot til løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. verður løgd til kommunurnar at umsita
5. Framløga










