Løgtingið í summarfrí fríggjadagin

Hóast tað ikki er vanligt at hava løgtingsfund mánadag, so verður kortini løgtingsfundur í morgin. Ikki færri enn 15 mál eru á skránni til tingfundin, sum byrjar klokkan 13:30.

Hóast tað ikki er vanligt at hava løgtingsfund mánadag, so verður kortini løgtingsfundur í morgin. Ikki færri enn 15 mál eru á skránni til tingfundin, sum byrjar klokkan 13:30.

 

Avteimum 15 málinum 10 triðjuviðgerðir, sum vanliga ikki taka so drúgva tíð. Fýra mál eru til aðru viðgerð og eitt mál er til 1. viðgerð. Tað er mál um broyting í útlendingalógini, so lættari verður at arbeiðsfólk úr ES londum til Føroya at arbeiða.

 

Sambært ætlan tingsins, so verða tingfundir allar dagarnar í vikuni – til fríggjadagin, tá tingið so fer í summarfrá.

 

150 vanlig tingmál hava verið á skránni í tingsetuni 2013.

 

Nýggja tingsetan, tingsetan fyri 2014, byrjar á ólavsøku.

 

Skráin til tingfundin í morgin er hendan:

 

1.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 76/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá

2.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 94/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum

3.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 124/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar og i lov nr. 560 af 24. juni 2005 om ændring af tinglysningloven, konkursloven og andre love (Virksomhedspant) (Indførelse af virksomhedspant på Færøerne)

4.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 125/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um "Ændringsanordning om delvis ikrafttræden for Færøerne om ændring af konkursloven (Gennemførelse af virksomhedspant)"

5.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 128/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Akfarsbók og Virkisveð. Úrgildissetan av lov for Færøerne om pantsætning af fangst)

6.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 102/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi (Um at loyvishavarar skulu skráset deild ella felag og hava umboð búsitandi í Føroyum

7.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 111/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring

8.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 148/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

9.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 114/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Ítróttavedding

10.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 115/2013: Uppskot til løgtingslóg um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini

11.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 81/2013: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum - Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2012

12.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 112/2013: Uppskot til løgtingslóg um liðugtgerð av fyrra parti av nýggjari kt-heildarskipan til Almannaverkið

13.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 144/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om euforiserende stoffer"

14.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 137/2013: Uppskot til samtyktar um at endurskoða oljuskattalóggávuna

15.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 149/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på viss former for beskæftigelse (Ændring af den særlige ordning for arbejdstagere fra EU-lande)"
Málið verður beint í Rættarnevndina

16.    Framløga