Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, tá vit spyrja hana, um Løgtingið, eins og til dømis danska Fólkatingið og týska Samveldistingið fer at flagga við LGBT flagginum hósdagin, tá stóra pride-skrúðgongan verður í Havn.
– Tað hava vit ikki tosað um í formansskapinum, so tað fara vit ikki, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon sigur, at tey hava í hennara forkvinnutíð flaggað við øðrum flaggi enn tí føroyska, tað var tað ukrainska, sum tó varð vundið á eina aðra flaggstong, sum stóð í túninum uttan fyri Løgtingið oman móti Tinghúsvøllinum.
– Tað kundi verið ein møguleiki, um formansskapurin ætlaði tað. Men tað verður so ikki gjørt hesaferð, tí tað hevur als ikki verið umrøtt, sigur hon.
##med2##
Tá norðurlandadagur er, verður eisini flaggað við øllum teimum norðurlendsku fløggunum á fleiri flaggstongum saman í túninum uttan fyri Løgtingið.
Aðrir stovnar, so sum Fróðskaparsetur Føroyar og Norðurlandahúsið flagga vanliga við LGBT flagginum hendan dagin.
##med3##
##med4##