Á tingfundi í morgin skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, greiða løgtinginum frá rokinum, tá aðalráð hennara góðkendi útbyggingina av Tórshavnar havn – uttan at landsstýriskvinnan hevði endaliga góðkent lovyið.
Tað er Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, sum hevur sett landsstýriskvinnuni hesar spurningar:
1. Hví kallaði landsstýrismaðurin ikki skrivið aftur, tá hon fann útav, at tað var sent til Tórshavnar Kommunu?
2. Hví varð skrivið, sum gav Tórshavnar Kommunu loyvi til at fremja havnaútbyggingina, sent til kommununa, uttan at landsstýrismaðurin hevði góðkent skrivið?
3. Hvat skuldi landsstýrismaðurin ítøkiliga tosa við Býarskipanarnevndina um, og var fundur avtalaður?
4. Nær kom málið í Heilsu- og innlendismálaráðið, nær vóru fundir um málið og hvør luttók á teimum ymisku fundunum?
5. Hevði landsstýrismaðurin givið til kennar hvørja støðu hon hevði til málið, áðrenn viðgerðin byrjaði?
6. Hevði landsstýrismaðurin góðkent ætlanarskrivið til Anni á Hædd?
7. Hvat liggur í orðunum: "Sett landsstýriskvinnuna í eina sera trupla støðu politiskt", sum víst verður á í ætlanarskrivinum?
8. Heldur landsstýrismaðurin, at aðalstjórin sum næstformaður í Tænastumannafelagnum var gegnigur at viðgera málið viðvíkjandi Anni á Hædd?
9. Hvør kom við uppskotinum um, at Anni á Hædd skuldi setast í starv á Umhvørvisstovuni?
10. Hvat heldur landsstýrismaðurin um orðavalið hjá aðalstjóranum?
11. Fær málið avleiðingar fyri onnur starvsfólk í Heilsu- og innlendismálaráðnum?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at Tann 30. juni 2016 bórust tey gleðiligu tíðindini, at landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum var gingin ímóti tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini og hevði góðkent ætlaðu havnaútbyggingina í Tórshavn.
– Tórshavnar Havn hevur altíð staðið fyri størsta partinum av inn- og útflutninginum til landið og hevur verið útbygd so hvørt, inn- og útflutningur og skipaferðslan vaks. Nú er aftur neyðugt at útbyggja Tórshavnar Havn, og hava fyrireikingarnar gingið fyri seg í langa tíð. Verandi útbyggingarætlan er úrslit av drúgvari tilgongd. Tað var spell at upprunaætlanin ikki vann frama og lagnurnar speisemi, at Skansin, sum var bygdur til at verja Havnina og vøruflutningin til og úr Føroyum, skuldi verða orsøk til tess, sigur løgtingsmaðurin.
Hann greiðir víðari frá, at landsstýriskvinnan vardi avgerðina, og tað vóru fáar atfinningar móti tiknu avgerðini, burtursæð frá teimum somu, øll úr sama politiska flokki sum landsstýriskvinnan. Og hann heldur fram:
»Málið er eitt reint fyrisitingarmál, tí tað eru kommunurnar, sum taka avgerð um havnabyggingar. Tað eigur tí ikki at vera nakar politikkur í málinum, hvørki frá landsstýrismanninum ella samgonguni. Flest øll hildu, at alt stóð væl til, inntil landsstýriskvinnan ein góðan mánað aftaná, at avgerðin var tikin, boðaði frá, at hon ikki hevði góðkent skrivið, sum var sent til Tórshavnar Kommunu.
Hon boðaði samstundis frá, at málið var ikki liðugt viðgjørt, tá tað varð sent til Tórshavnar Kommunu, tí ætlanin var at viðgera málið saman við Býarskipanarnevndini.
Hetta vóru áhugaverd tíðindir. Flest øll vita, at tað ber til at kalla eina tilsøgn aftur, um tað verður gjørt beinanvegin, tí ein feilur er hendur, men landsstýrismaðurin dugdi ikki at greiða frá, hví hon ikki hevði kallað skrivið til Tórshavnar Kommunu aftur.
Bæði løgmaður og varðaløgmaður føldu seg noyddar at leggja uppí og verja landsstýrismannin, men tað var ikki samsvar ímillum útsøgnirnar hjá pørtunum.
Seinni kom fram, at Anni á Hædd, deildarstjóri, sum hevði givið boð um at senda málið til Tórshavnar Kommunu, hevði fingið ætlanarskriv um uppsøgn.
Tað málið endaði við, at Anni á Hædd varð sett í starv á Umhvørvisstovuni sum serligur ráðgevi.
Av skjalainnlitinum sæst, at tað hevur verið hvassur orðadráttur ímillum partarnar. Aðalstjórin vandar sær ikki um orðini, tá hon skrivar ætlanarskrivið. "Tað at tú soleiðis tekur avgerð beint ímóti boðum frá landsstýriskvinnuni, er so grovt ólýdni og álitisbrot, at landsstýriskvinnan og undirritaða hava mist alt álit á tær".
Aðrastaðir sæst, at aðalstjórin hevur ilt eyga til Anni á Hædd. Hon er endurgivin fyri at siga: "Tú hevur ikki gjørt annað enn at SABOTERA og MANIPULERA, líka síðan tú komst út her", samstundis sum hon leggur Anni á Hædd undir at hava gjørt ímóti boðum við VILJA.
Eisini er komið fram, at aðalstjórin er næstformaður í Tænastumannafelagnum, tí sama felagnum, har Anni á Hædd er limur. Hetta hevur ikki fingið aðalstjóran at halda seg aftur, heldur tvørturímóti, tá hugsað verður um orðavalið.
Hóast opinleiki var slagorðið, vil landsstýrismaðurin ikki úttala seg, nú málið er vorðið alment. Higartil hevur hon ikki tikið ábyrgd av málinum, men kann tað heldur tykjast, sum at starvsfólkini hava fingið skylduna fyri nakað, ið hon átti at tikið ábyrgd fyri sjálv.
Tað er neyðugt at fáa greiðu á, hvat veruliga hevur gingið fyri seg í Heilsu- og innlendismálaráðnum fyri at endurreisa álitið á politisku skipanina, tí hesir spurningar til landsstýrismannin.«