Løgtingið eigur nú málið

- Landsstýrismálanevndin eigur nú at fáa frið at viðgera, um hon heldur at nakað skeivt er farið fram í málinum um Skálafjarðartunnilin, sigur løgmaður

Kaj Leo Holm Johannesen er í løgtinginum í dag fleiri ferðir biðin um at heita á síni samgongufólk um at taka undir við at seta ein kanningarstjóra.

 

Tað ger løgmaður ikki. Men hinvegin letur hann tað upp í hendurnar á hvønn einstakan løgtingslim at gera av, um ein kanningarstjóri skal setast.

 

Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum í løtuni kannar málið.

 

- Harumframt hevur mín egna løgfrøði á Løgmansskrivstovuni víst á, at her er einki skeivt farið fram, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- Persónliga haldi eg tað vera spill av pengum at seta ein kanningarstjóra. Men eg fari ikki at leggja bindingar á nakran løgtingslim, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.