Gongst sum ætlað, fer Løgtingið í jólafrí í dag.
Løgtingið hevur nógv mál á skránni í dag, men hevur í umbúna at avgreiða tey øll Tingfundur er í morgun og nógv mál eru á skránni.
Eisini nógv stórmál, eitt nú lógarpakkin um okkara framtíðar eftirlønarskipan, eitt uppskot um tilfeingisgjald og annað.
Tey skulu viðgerast í dag, men skulu hava eina viðgerð afturat fyri at verða endaliga avgreidd.
Minst tveir dagar skulu vera ímillum viðgerðirnar.
Men Løgtingið skal eisini avgreiða fíggjarlógina fyri næsta ár.
Men sum tað ljóðaði á tingfundinum í gjár, er ætlanin at avgreiða øll málini í dag.
Men tað merkir so, at fleiri tingfundir verða í dag.
Men skulu øll málini avgreiðast í dag, verður neyðugt at Løgtingið víkir frá øllum tíðarfreistum.
- Sum tingformaður farið eg ikki at biðja Løgtingið víkja frá tíðarfreistum, sigur Jógvan á Lakjuni, tingformaður.
Men hann sigur, at kemur umbøn um tað frá onkrum løgtingslimum, skal Løgtingið atkvøða um tað.
Fyri at tað skal verða samtykt at víkja frá tíðarfreistunum, skulu minst 20 av teimum 33 tinglimunum, sum eru, atkvøða fyri tí.
- So tað er ikki nakað, samgongan kann gera einsamøll. Tað gerst ikki uttan at minst ein tinglimur úr andstøðuni eisini tekur undir við tí, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at ein kann hava sína meining um, hvussu rætt tað er at víkja frá tíðarfreistum fyri at skunda mál ígjøgnum.
Viðhvørt verður ført fram, at tað er ómøguligt at geva málum eina nóg neyva og nágreiniliga viðgerð, tá ið mál verða skundað ígjøgnum.
Hinvegin sigur hann, at tað er ein spurningur ein meiriluti í Løgtinginum avgerð og heldur ein meirluti, at málini eru nóg væl lýst, kann hann biðja um frávik.
|