Havnin: Friðarligt
Løgreglan í Havn hevur nokk einki ímóti, at tað var lítið at gera um vikuskiftið.
Tað merkir bara, at fólk kundu ferðast trygg í gøtunum í Havn og tað eru teir ikki keddir yvir.
Seinastu vikuskfitini hava nøkur herverk verið og onkur bilførari er eisini tikin fyri at koyra við kenning, men so var ikki hetta vikuskiftið.
Alt var, sum tað skuldi verða - tíbetur.
Klaksvík: Friðarligt
Boðini úr Klaksvík, tá vit spyrja eftir døgnrapportini frá vikuskiftinum, eru tey somu sum í Havn.
? Her var stak friðarligt, sigur vakthavandi.
? Onkur hevði fingið í meira lagið innanborða og teir fingu eitt lyft heim, men tað var eisini alt.
Heldur ikki í Klaksvík var nakar tikin fyri at koyra við kenning.
Vágarnar: Friðarligt
? Her vesturi er altíð friðarligt, vórðu boðini av løgreglustøðini í Miðvági.
Hvørki av einum ella øðrum var løgreglan órógva í vikuskiftinum.
? Tað hevur verið stak friðarligt eina tíð. Eingin bardagi ella líknandi, so tað er alt sum tað skal.
Eysturoy: Knívur og byrsa á loftið
Tað, sum hendi um vikuskifti hendi í Fuglafirði.
Tveir mans komu upp at skeldast á Muntra í Fuglafirði, og tað endaði við at annar dróg knívin og skar ein 6 cm langan skurð í pannuna.
Maðurin fór til viðgerar hjá læknanum og haðani heim eftir byrsuni og beint heim til illgerðarmannin.
Har skjeyt hann fyrst lásið úr hurðini. Síðani fór han innar og har skeyt hann hol í sjónvarpsrútin og síðani niður ígjøgnum køksborði.
Tíbetur var eingin í íbúðini tá alt hetta hendi.
Báðir menninir verða ákærdir eftir »voldsparagraffini«, men vórðu latnir leysir eftir grundlógaravhoyringina.
Afturat hesum vóru eisini tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring