Hann er dømdur fyri at misbrúka starv sítt sum løgreglumaður og fyri at hava fram blúnisbrot.
Kringvarpið skrivar, at maðurin er funnin sekur í í trimum førum at hava misbrúkt starvið sum løgreglumaður, og hann er í tveimum førum funnin sekur í at hava framt blúnisbrot.
Maðurin hevur verið fyribils loystur úr starvi síðani desember í 2022.
Tað er Den Uafhængige Politiklagemyndighed í Danmark, sum hevur kannað málið – so sum gjørt verður, tá talan er um ein starvsfelaga hjá løgreglufólkum hjá Føroya politi, og tí hevur Statsadvokaturin í Keypmannahavn verið ákæri í hesum máli.
Tað er ríkisløgreglan, sum nú skal taka støðu til, um løgreglumaðurin kann halda fram at arbeiða sum løgreglumaður.
Maðurin umhugsar nú, um dómurin skal roynast í Landsrættinum, skrivar Kringvarpið.