- Vit eru væl fyrireikað upp á, at Sea Shepherd skal koma til Føroya í summar.
Tað sigur Niels Erik Nymark Jensen sjefpolitiinspektørur í Føroyum.
Tá ið Sea Shepherd vóru her í fjør, var løgreglan bæði væl mannað og væl útgjørd til at halda lóg og landaskil og sjefpolitiinspektørurin sigur, at tað verða tey eisini í ár.
Hann vil ikki beinleiðis siga, um tey aftur í ár fara at fáa eykamanning, og eyka útgerð úr Danmark.
Men hann staðfestur, at tey fara at brúka teir samstarvsfelagar tey hava, og at tey hava atgongd til neyðuga manning, og neyðuga útgerð, sum krevst fyri at halda lóg og landaskil, tá Sea Shepherd kemur til Føroya í summar.
Hann sigur, at tey hava fingið fráboðan frá Sea Shepherd um, at tey koma higar í juni at mótmæla, bæði á sjógvi og landi. Tey hava samstundis boðað frá, at tey fara at halda seg innanfyri lógarinnar karmar, tá ið tey mótmæla.
- Uppgávan hjá løgregluni verður so at tryggja, at føroyingar kunnu drepa grind í friði og náðum. Men uppgávan verður eisini at tryggja, at Sea Shepherd fær frið til at brúka sín grundlógartryggjaða rætt til at mótmæla innanfyri lógarinnar karmar, leggur hann afturat.
- Sea Shepherd hevur boðað frá í ár verður mesta virksemið á sjónum og Niels Erik Nymark Jensen sigur, at løgreglan leggur eisini sítt virksemi til rættis eftir tí.
Hann sigur, at nýggja grindalógin avgjørt er eitt amboð afturat, sum løgreglan kann brúka í arbeiðnum at tryggja lóg og landaskil.
Í nýggju grindalógini kann løgreglan eisini arbeiða fyribyrgjandi við tað, at nú verður heimild til at afturhalda fólk í upp til 12 tímar í sambandi við grindadráp.
- Í fjør var ein avbjóðing tann, at løgreglan fekk einki gjørt við umboðini hjá Sea Shepherd, tá ið tey vóru á veg at leggja seg út í eitt grindadráp. Men nú kunnu vit taka tey longu, áðrenn tey yvirhøvur koma á eitt grindaøkið og afturhalda tey í upp til 12 tímar.
Hann sigur, at í samstarvi við trafikstyrelsen, er eisini ætlanin at forða fyri, at Sea Shepherd flýgur uppi yvir einum gridadrápi við fjarstýrdum flogførum og avmyndar grindadráp.










