Løgreglan hevur í nátt tikið plátur í Suðurstreymoy, og vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at 20 bilar mistu pláturnar í nátt.
- Í øllum førunum var talan um ógoldnan vegskatt, sigur vakthavandi.
Í morgun stóð løgreglan og tók ímóti bilunum, sum avleveraðu børn í Sankta Frans skúla í Havn. Skúli, frítíðarskúli, barnagarður og vøggustova liggja øll tætt saman í økinum, og hóast sera nógvir bilar vóru kannaðir í morgun, var einki brot á ferðslulógina staðfest.
- Tað er gleðiligt at síggja, at øll sita forsvarliga íbundin, bæði børn og vaksin, segði ein av løgreglumonnunum á staðnum.