Løgreglan tók fýra prutl á Argjum

Tey vórðu máld til at koyra nógv skjótari enn loyvt er

Tá løgreglan í gjár gjørdi eitt málrættað átak ímóti prutlum um hálvgum sjeytíðina í gjárkvøldið, vórðu fýra prutl tikin.

Løgreglan hevði rullufeltið við, har tey kunnu máta, hvussu skjótt prutlini kunnu koyra.

– Tey vórðu máld at koyra ávikavist 60 km um tíman, 70,6 km um tíman, 70 km um tíman og 61 km um tíman, sigur vakt havandi á politistøðini.

Tað er nógv meira, enn loyvdu 30 km um tíman, sum smáu prutlini hava loyvi at koyra.

– So pláturnar vórðu tiknar av øllum prutlunum, og ring varð til foreldrini hjá dreingjunum at kunna tey um tað.

Prutlini skulu so kannast og hald leggjast á ólógligu lutirnar, sum gera, at tey kunnu koyra skjótari enn loyvt er, og so skulu tey til sýn at góðkennast, áðrenn tey kunnu fáa pláturnar aftur – og sum vera man fylgir eisini ein bót við slíkum atburði í ferðsluni.