Í gjár var løgreglan í Eysturoynni úti og tók nummarspjøldur av bilum, hvørs eigarar ikki hava goldið vegskatt fyri teir.
Annars hevur løgreglan havt lítið at gera í gjár og í nátt. Tvey fólk vóru til handils og vóru blivin ørg inn á hvønn annan. Onkur ókvæmisorð vóru á lofti, og endin varð, at løgreglan mátti koma á staðið og sissa tey.
Á eini Magn-støð var ein bilførari koyrdur undan rokningini fyri brennievni. Vanlig mannagongd í tílíkum førum er, at starvsfólk á bensinstøðini ringja til løgregluna, fyri at kanna, hvør er eigari av bilinum, og ringja síðani til eigaran við eini áheitan, um at koma aftur og gjalda fyri brennievni.