Koyrilíkindini eru ógvuliga vánlig kring landið júst nú. Frá løgregluni verður sagt, at á Vestmannavegnum liggja stórar fannir mitt á vegnum nú, sum ger tað ógjørligt at koyra har.
Somuleiðis hevur ferðslan kring Norðskálatunnilin staðið í stað eina góða løtu, tí tað ikki var koyrandi, men hetta hava tey fingið bilbukt við so spakuliga nú.
Við Norðskálatunnnilin var tað ein sjúkrabilur, sum hevði rent upp í ein lastbil. Sjúkrabilurin hevði tikið fólk frá einum ferðsluóhappi - og tískil var neyðugt at ein nýggjur sjúkrabilur kom.
Nýggjastu fráboðanirnar til løgregluna koma frá Sandávágshálsi, har tað er hált og nógvur krapi.
Tað er nógvi kavin, sum legst í løtuni, ið er atvoldin til, at ferðslan ikki koyrir sum hon skal nógva staðni kring landið.










