Løgreglan í Havn hevur havt nógv at gera í nátt. Nógv fólk var í býnum og veðrið var gott, so tey hildu leingi á úti á gøtunum, eftir at dansihøli og skeinkistøð høvdu stongt.
- Tað vísir seg, at tá ið veðrið er gott, verða fólk ofta hangandi í býnum, eftir at dansistøð og skeinkistøð eru stongd og tað endar mangan við trupulleikum, sigur løgreglan. Hinvegin, tá ið veðrið er vánaligt, er ofta munandi frægari, tí tá fara fólk til húsar, tá ið dansur og skeinking endar. At nógv fólk var í býnum í nátt, merktist aftur hjá løgregluni, tí ymsastaðni komu fólk til ilnar og fóru at sláast. Løgreglan hevur tessvegna havt eitt sindur at gera við at koyra fólk til húsar fyri at frið skyld. Nógv rúsdrekka var uppi í, so enn veit løgreglan ikki um nakað harðskapsmál spyrst burtur úr. Tað verður støða tikin til hesar næstu dagarnar, tá ið tey, sum hava verið uppi í, hava givið løgregluni eina forkláring upp á, hvat fór fram.
|









