Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, serliga í samband við stóra konserttiltakið, Voxbotn, sum hevur verið í Vágsbotni. Løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið friðarligt, men nakrar ferðir mátti løgreglan kortini upp í.
Í hesum sambandi vóru nøkur fólk so ólátað, at tey fingu bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tað er tað, sum fyrr kallaðist politiviðtøkurnar. Og í onkrum føri metti løgreglan, at fólk gjørdu so nógv um seg, at tey vórðu handtikin fyri at sleppa undan, at meiri hendi og tað kostar eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Og so varð ein maður eisini tikin fyri harðskap, og hann er nú eisini skuldsettur í tí málinum. Tveir mans komu til ilnar á einum skeinkistaði, og tað endaði við, at annar maðurin fekk skaða og mátti á skaðastovuna til kanningar. Hann varð tó útskrivaður aftur.
Løgreglan veit ikki ordiliga, hvat tað var, sum hendi, tí tey eru í ferð við at lýsa málið, men maðurin, sum varð handtikin, er skuldsettur fyri grovan harðskap.










