Umframt at løgreglan nú arbeiðir við tveimum harðskapamálum í Havn, hevur eisini verið neyðugt hjá løgregluni at skilt partar sundur, sum vóru komnir til ilnar.
Soleiðis var bæði í Klaksvík og í Havn, men her gjørdist talan ikki um harðskapsmál, tí tað eydnaðist løgregluni at skilja partarnar sundur, áðrenn tað gjørdist til rættiligan bardaga.
Løgreglan var sjónlig í náttarlívinum og á vegunum í nátt, og tað var serliga í náttarlívinum, at tey høvdu úr at gera, nú veðrið var so gott, og nógv fólk var í býnum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey eisini steðgaðu eini 15 bilum í Suðuroynni í byrjanini av náttini.
- Her høvdu vit serliga eyguni eftir møguligari rúsdrekkakoyring, men her var eingin illgruni, og einki mál varð skrivað, leggur vaktleiðarin aftrat.










