Løgreglan framdi í gjár eina umfatandi rannsókn móti eini bilasølu, har hald varð lagt á fleiri bilar. Talan er um eina av teimum bilasølunum, ið innflytur fínar, brúktar bilar.
Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni, váttar fyri in.fo, at løgreglan kannar eina bilasølu fyri fíggjarligt svik
- Vit kanna í løtuni eina bilasølu fyri svik móti landskassanum. Í tí sambandi framdu vit í gjár nakrar rannsóknir, har hald varð lagt á fýra bilar hjá bilasøluni.
Kanningarleiðarin upplýsir, at kanningararbeiðið er júst byrjað, og at talan er um eitt stórt mál hjá løgregluni.
- Her eru nógv skjøl, ið vit skulu kanna, og vit brúka nógva orku upp á málið. Tað sigur seg eisini sjálvt, at tá vit leggja hald á fýra bilar, so er sjálvandi illgruni um svik fyri væl meira enn 1.000 krónur.

Løgreglan kannar svik móti landskassanum
















