Løgreglan kannar lut ið líkist bumbu í Esbjerg

Havnegade í Esbjerg er í stongd í morgun, meðan løgreglan kannar ein illgrunasaman lut.

 

Ein bumbulíknandi lutur er sambært løgregluni funnin á Havnegade í Esbjerg. Gøtan er stongd, meðan luturin verður kannaður

 

Løgerglan hevur biðið fólk um at halda seg burtur, meðan kanningarnar fara fram.

 

Søren Strægaard, vaktsjefur hjá løgregluni í Esbjerg sigur, at løgreglan fekk boðini stutt eftir klokkan 9 í morgun.

 

– Vit fingu at vita, at tað sá misteinkiligt út, so vit fóru at hyggja, og vit halda eisini, at tað sær misteinkiligt út. Talan er um ein beriposa við battaríum og leidningum, sigur Søren Strægaard.

 

Fyribils hava vit stongd Havnegade, sum hevur nógva ferðslu, og biðið um hjálp frá Forsvarets Ammunitionsrydningstjeneste (EOD).

 

– Vit hava tikið myndir av posanum og sent til EOD, og tey koma so higar at hyggja, sigur Søren Strægaard.

 

Spreingievnisserfrøðingarnir halda til í Skive, so tað tekur teimum eina løtu at koma til Esbjerg. Søren Strægaard væntar, at vegurin verður stongdur í øllum førum til middags.

 

/ritzau/