Terminalur 3 í Kastrup Lufthavn er framvegis stongdur. Øll fólk vórðu koyrd út úr terminalinum, tí har var eitt misteinkiligt kuffert.
Nógvar altjóða fráferðir eru frá Terminal 3 í Kastrup, og øll ferðafólk, sum koma til floghavnina, koma út ígjøgnum Terminal 3.
Hvørki tok ella metro koyra til støðina í Kastrup Lufthan, tí bæði tokstøðin og metrostøðin eru við Terminal 3.
Floghavnin er kortini ikki stongd. Tey royna at avgreiða allar fráferðir gjøgnum Terminal 2, har sum eitt nú Atlantic Airways hevur sínar fráferðir. Tí kann roknast við seinkinum í ferðsluni.