Av og á fer løgreglan undir miðvís átøk við tí endamálið at kanna ávís viðurskifti. Hetta vikuskiftið hevur løgreglan havt tvey slík átøk.
Annað var at kanna, um skeinkistøð halda treytirnar, sum standa í skeinkiloyvinum, eitt nú, at tað ikki er ov nógv fólk inni, at tað ikki verður skonkt fyri fólki undir 18 ár, at rýmingaleiðir eru greiðar o.s.fr. Men løgreglan sigur, at einki var at finnast at í hesum sambandi.
Hitt átakið var at kanna bilførarar fyri rúsdrekkakoyring. Nógvir bilførarar eru steðgaðir og í hesum sambandi eru tríggir bilførarar tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. |