Summarfestivalur er hetta vikuskiftið, og tað hevur elvt til nakað av arbeiði hjá løgregluni. Tey siga, at sum heild hevur tað verið friðarligt, men í nøkrum førum komu fólk til illnar, men tað eydnaðist løgregluni at koma ímillum og at fáa skilt partarnar, áðrenn meiri spurdist burtur úr.
Í einum føri vildi ein maður ikki siga løgregluni, hvussu hann eitur, og tað skulu fólk gera, tá ið løgreglan biðjur um tað, so tað fær viðkomandi bót fyri.
Tvey mál hava verið, sum kanska enda við eini skuldseting um harðskap. Onnur hendingin var í Klaksvík og hin var í Havn. Í tí eina førinum fór eitt fólk á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tað hevði ikki fingið nevnivert av skaða. Løgreglan fer nú at avhoyra fólk og hvat úrslitið so verður, veldst um, hvat avhoyringarnar geva av sær.
Í sambandi við summarfestivalin, er ferðslan umskipað, men ein bilførari fekk bót fyri ikki at fylgja skeltunum. Eisini í Havn fekk ein bilførari bót fyri at koyra ímóti einsrættaðari ferðslu í Niels Finsensgøtu.