Løgreglan heldur eyga við Bob Barker

Myndugleikarnir ynskja ikki at gera spentu støðuna við Sea Shepherd verri.

Sea Shepherd skipið Bob Barker hevur seinastu dagarnar siglt ólógliga í føroyskum sjóøki. Tá skipið kom til Føroyar 24. august, fekk manningin nevniliga boð um, at myndugleikarnir høvdu noktað teimum innferðarloyvi til Føroyar, og at tey tískil antin máttu fara av landinum aftur. Hjá manningini vóru møguleikarnir tvinnir, antin at fara av landinum við flogfari og lata skipið liggja ella fara avstað aftur við skipinum.


Síðani hevur skipið støðugt ligið uttanfyri føroyska sjómarkið, men síðstu dagarnar hevur skipið ólógliga siglt innanfyri føroyska sjómarkið.


Sjefpolitiinspektørin í Føroyum, Niels Erik Nymark Jensen, upplýsir fyri in.fo, at føroyskir myndugleikar halda eyga við Bob Barker og skráseta hvar skipið ferðast.


- Vit eru vitandi um, at Bob Barker er í føroyskum sjóøki og vit skráseta eisini hvar skipið ferðast. Vit ynskja tó ikki at gera spentu støðuna millum Sea Shepherd og føroyskar myndugleikar verri, sigur sjefpolitiinspektørurin og leggur afturat.


- Vit mugu hava í huga, at okkara aftursvar til lógarbrot má vera proposjonalt til lógarbrotið. So tað nyttar ikki at fara ov sterkt til verka beinanvegin. So í staðin skráseta vit, at felagsskapurin ikki virðir føroysku myndugleikarnar, og brúka okkara altjóða netverk at raka Sea Shepherd felagsskapin. Tað er tað saman, ið vit gjørdu, tá hald varð lagt á skjóttgangandi bátin hjá Sam Simon, Echo, í Lerwich, Hetlandi.