Løgreglan handtikið ein Sea Shepherd lim

- Vit hava handtikið ein mann frá Sea Shepherd á sandinum, sigur Jón Klein Olsen.

- Vit hava handtikið ein mann frá Sea Shepherd á sandinum. Vit vita ikki hvussu gamal hann er, men hann er úr Luksemborg.


Tað sigur Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.


Tað er tó ov tíðliga enn at upplýsa, hvat maðurin er tikin fyri.


Hetta er fimti persónur úr Sea Shepherd, ið er handtikin í dag, og tann sjeyndi higartil í vikuni.