Tað eru framvegis bilførarar, sum lata børn sleppa at sita leys í bilinum, uttan at binda tey í trygdarbelti. Tað vísa ferðslurkanningar, løgreglan hevur gjørt seinastu dagarnar. Ráðið fyri Ferðslutrygd er farið undir eina herferð, har endamálið er at minna fólk á týdningin á at binda børnini í trygdarbelti. Í hesum sambandi ger løgreglan regluligar ferðslukanningar, eisini í sambandi við skúlakoyring. Fleiri staðni hevur løgreglan staðið við skúlarnar og kanna bilførarar, sum koyra børn í skúlan at vita um tey sita í trygdarbelti. Og tað eru framvegis mong sum ikki binda børnini í trygdarbelti. Eisini í gjáramorgunin gjørdi løgrglan kanningar við skúlarnar í Klaksvík og har vóru tað fimm bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra børn í skúla, uttan at spenna tey í trygdarbelti. Umframt at fáa klipp í koyrikortið, fáa bilførararnir bót. Og harafturat fekk ein bilførari bót fyr ikki at sita trygdarbelti sjálvur. |