Seinastu tíðina hevur løgreglan við millumbilum verið úti á vegunum og gjørt grein 13 kanningar.
Soleiðis hava tey verið í Sandoynni í dag, og nógvir bilførarar vórðu steðgaðir, eftir túrarnar hjá Teistanum av Gomlurætt seinnapartin.
Nógv ferðsla er úr Skopun heim til Sands og til eysturbygdirnar í Sandoynni, tá arbeiðsdagur ella skúladagurin í høvuðsstaðnum er lokin, og Teistin er komin um fjørðin.
Nógvir bilar eru steðgaðir og kannaðir, men tá in.fo skifti orð við vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn fyri løtu síðan, høvdu tey ikki fingu tølini fyri dagin. Tey vænta tó at hava tølini tøk seinni í kvøld.
Á løgreglustøðini verður annars sagt, at kvøldið hevur verið friðarligt. Ferðslan hevur gingið væl, og eingin vindur hevur verið at tosað um.