Løgreglan ger javnan ymisk ferðsluátøk kring landið, og í gjár var tað Vágur, sum var á skránni.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at umleið 50 bilar vórðu kannaðir í átakinum í gjár.
- Her vórðu 12 mál skrivað og bøtur givnar fyri brot á ferðslureglurnar, umframt nakrar átalur.
Vaktleiðarin sigur, at talan var um ymiskt brot - alt frá vantandi trygdarbeltum, koyrikortum til slitin dekk og annað.
Onkur førari á knallert fekk eisini bót fyri at hava bygnaðarbroytt súkkluna, so hon kundi koyra skjótari enn loyvt.