Løgreglan fann 34 hassjplantur í Havn

Løgreglan í Havn hevur gjørt húsarannsóknir í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið hevur løgreglan gjørt húsarannsókn í tveimum húsum í Havn, har illgruni var um at tey dyrkaðu hassj.

 

Og rætt var, tí í øðrum húsunum fann løgreglan átta hassjplantur og í hinum húsunum funnu tey 26 plantur.

 

Tilsamans hevur løgreglan sostatt funnið, og lagt hald á 34 hassjplantur í gjárkvøldið.

 

Løgreglan sigur, at úr øðrum húsinum er ein maður skuldsettur og úr hinum húsunum er eitt par skuldsett.

 

Tað er alt fólk, sum løgreglan kennir væl úr rúsevna umhvørvinum, men annars hava hesi bæði málini einki við hvørt annað at gera.