Í morgun, tá vit frættu frá vaktleiðarin, fingu vit at vita, at løgreglan arbeiðir við einum innbrots-ella herverkmáli í Havn.
- Talan er um eitt undirvísingarstað, har fólk hava verið inni og brotið ymiskt. Í løtuni vita vit ikki, um nakað eisini er stolið.
Løgreglan visti at siga, at tey hava góðar slóðir at fylgja í málinum, og tá fólk komu til arbeiðis í morgun, skuldi finnast út av, um okkurt er stolið.
- Vit hava arbeitt í bygninginum í nátt og hava tryggjað okkum spor, soleiðis at hølini kundu leysgevast aftur í morgun, legði vaktleiðarin aftrat.