Løgmanssteypið: Øll málini í undanumfarinum

Her eru tey 13 málini, sum komu í undanumfarinum í kappingini um Løgmanssteypið

Um vikuskiftið vóru tveir dystir í kappingini um Løgmanssteypið. Talan er um undanumfarið. FC Hoyvík vann 8-0 á MB, og FC Suðuroy vann 5-0 á Royn.

 

FC Hoyvík spælir í 2. deild og var tí stórur favorittur, at vinna at MB, sum okkurt árið ikki hevur havt eitt besta manslið. Heimaliðið legði nógv fyri í fyrra hálvleiki og var á odda 7-0 í hálvleikinum. Tað kom eitt afturat í seinna hálvleiki.

 

Vesturi á Eiðinum var grannauppgerð millum FC Suðuroy og Royn. Bæði feløgini fluttu niður í fjør. FC Suðuroy er í 2. deild, meðan Royn flutti niður í 3. deild. Heimaliðið vann eisini greiðan sigur her, men tað skuldi nakað av tíð til, áðrenn munurin blev stórur.

 

Skírishósdag verður 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. FC Hoyvík skal spæla móti TB í Trongisvági, og FC Suðuroy skal spæla móti HB í Gundadali.

 

##med2##

 

Dato              Dystur           Úrslit

 

Undanumfar:                   

 

2. apríl (kl. 16:00)               FC Hoyvík – MB                  8-0

 

3. apríl (kl. 14:30)               FC Suðuroy – Royn             5-0

 

1. umfar:

 

14. apríl        Víkingur – Undrið FF (Møguliga fluttur til mikukvøldið)

 

14. apríl        ÍF – B71

 

14. apríl        AB – B68

 

14. apríl        HB – FC Suðuroy

 

14. apríl        TB – FC Hoyvík

 

14. apríl        NSÍ – B36

 

14. apríl        Skála – KÍ

 

14. apríl        EB/Streymur – 07 Vestur