Ein prestisjufull grannauppgerð er millum dystirnar í fyrsta umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.
Klokkan 18.30 í kvøld tekur Víking móti NSÍ í Sarpugerði í Norðagøtu. 16. mars vann NSÍ á sama vølli 3-0 á Víkingi í dysti í Betrideildini.
Hóast NSÍ hevur fult stigatal, 12 stig, og Víkingur bert hevur tvey stig í landskappingini, so eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum næstan jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,10 og 2,46.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,60 og 3,81.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 2,45 og 2,80.
Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð.