Steypakappingarnar: Lutakast verður í Sarpugerði í annaðkvøld

Lutakastið verður aftaná dystin millum Víking og HB í Meistaradeildini hjá monnum

Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF skrivar:

 

Í morgin klokkan 19:00 spæla Víkingur og HB síðsta dystin í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum. Og tá Dagfinn Forná floytar av í Sarpugerði í annaðkvøld, verður farið undir lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum.

 

Í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari, og í kappingini um Løgmanssteypið monnum veður kastað lut um, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum.

 

Sjey lið vera við í steypakappingini hjá kvinnum, meðan 16 lið vera við í steypakappingini hjá monnum.

 

Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Skrivar FSF. 

 

Mynd: Hans Erik Danielsen