Løgmansskrivstovan hartað fyri lønarkrav

Eitt fyrrverandi starvsfólk í Uttanríkisráðnum vildi hava 260.000 krónur í løn fyri 1.000 yvirtímar

Eitt lønarkrav upp á 130.000 krónur hjá starvsfólki á Løgmansskrivstovuni fær landsgrannskoðaran at minna á, hvussu týdningarmikið tað er at hava eftirlit við yvirtíð hjá starvsfólki

 

Í frágreiðingini hjá landsgrannskoðaranum verður víst á, at av avsetingunum í 2011 vóru um 130.000 krónur settar av hjá Uttanríkisráðnum til møguligt lønarkrav frá starvsfólki, ið var farið úr starvi. Starvsfólkið kravdi løn svarandi til 1.000 tímar, ið viðkomandi helt seg eiga tilgóðar.

 

Løgmansskrivstovan bjóðaði starvsfólkinum løn fyri um 500 tímar, svarandi til 130.000 krónur. Í 2013 er endalig avtala gjørd ímillum Løgmansskrivstovuna og fyrrverandi starvsfólkið um, at viðkomandi fær løn fyri 500 tímar. Peningurin er goldin í september 2013.

 

Landsgrannskoðanin heldur hetta lønarkrav vera eitt dømi um, hvønn týdning tað hevur, at leiðslan hevur neyvt eftirlit við, um starvsfólk eiga nógvar tímar tilgóðar ella skylda nógvar arbeiðstímar, og hvørji krøv kunnu standast av hesum.

 

Løgmaður tekur undir við, at tað er óheppið, at slíkt kemur fyri. Løgmansskrivstovan hevur eftirlit við tímaskrásetingini hvønn mánað.