Tað er nú greitt, at tað var til fánýtis, at andstøðan reisti misálitisváttan á løgmann í dag.
Løgtingið hevur akkirát atkvøtt og tað vísti seg, at bara 11 atkvøður vóru fyri misáliti á løgmann, 19 atkvøður vóru ímóti og tríggir tinglimir atkvøddu blankt.
At uppskotið fall er ikki óvæntað, tí tað hevur verið greitt í allan dag.
Men atkvøðugrieiðslan merkir so aftur, at heldur ikki øll andstøðan stóð ikki saman um misálitið.
Tað vísti seg, at Hvørki Gerhard Lognberg ella Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri, teir atkvøddu blankt.
Somuleiðis atkvøddi Kári P. Højgaard eisini blankt, men tað hevur hann gjørt greitt alla tíðina.
Hinvegin atkvøddu øll seks í Tjóðveldi og tann eini tinglimurin hjá Framsókn, fyri misálitinum, umframt fýra av teimum seks tinglimunum hjá Javnaðarflokkinum.
Annars stóð øll samgongan saman um at verja løgmann og atkvødd øll ímóti misálitinum.
Eftir tingskipanini skulu meiri enn helvtin av tinglimunum atkvøða fyri einum misáliti fyri at fáa tað samtykt.
Tað merkir, at 17 tinglimir skuldu atkvøða fyri.