Løgmaður vil ikki bróta eina avtalu við konuna

Í morgin fer løgmaður uttanlands í feriu, men tað fer at nerva valstríðið hjá Sambandsflokkinum upp undir fólkatingsvalið

Ongin hevur so stóran týdning, at tey ikki kunnu umverast í nakrar dagar – heldur ikki eg.

 

Tað staðfestur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Tað hevur vakt ans, at løgmaður, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum, í morgin fer til Mallorca at ferðast í eina viku, nú valstríðið upp undir fólkatingsvalið er upp á tað harðasta.

 

Sjálvur sigur løgmaður, at hetta er ein privat familjuferð, sum er langt síðani er løgd til rættis.

 

- Hóast eg eri løgmaður, og hóast fólkatingsval stendur fyri durum, eri eg eisini familjumaður, og eg ætli mær ikki at bróta hesa avtaluna við konuna, leggur hann afturat.

 

Hann skilir væl, at summi undrast á, at ein floksformaður fer í feriu mitt í einum valstríði.

 

Men ger greitt, at hann ætlar ikki at broyta ætlanina, tí eisini hann hevur tørv á at fáa frí í nakrar dagar

 

- Eftir at hava arbeitt mestsum allan sólarkringin í fleiri ár, og eftir meststum at hava búð í einum flogfari í fleiri mánaðir, haldi eg, at eg kann loyva mær at taka frí í eina viku, tí eg havi eisini eitt familjulív at røkja, sigur løgmaður.

 

Í veruleikanum heldur hann eisini, at tað kann vera gott at kopla úr í nakrar dagar at løða battaríið.

 

Og hann heldur avgjørt ikki, at hetta er eitt bakkast fyri valstríðið hjá Sambandsflokkinum.

 

- Ongin er óumveruligur í nakrar dagar. Vit hava ein sterkan næstformann og vit hava nógv góð valevni á listanum, so valstríðið er í tryggum hondum. Og við teimum samskiftismøguleikum, sum eru nú á døgum, eri eg altso ikki  longur burtur enn enn at teldubræv, ella ein uppringing á eini fartelefon, um so skuldi verið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann leggur afturat, at Mallorcaferðin er ikki beinleiðis orsøkin til, at Sambandsflokkurin ikki leggur sína valskrá til fólkatingsvalið alment fram, fyrrenn næsta mikudag, tað er 10. juni, bara átta dagar fyri valið.

 

- Valskráin er klár at leggja fram, men tað er við vilja, at vit bíða. Seinast, løgdu vit valskránna fram 10 dagar fyri valið, og hesa ferð verður tað so átta dagar fyri valið, at vit leggja hana fram.

 

Men Løgmaður sigur, at tað er av taktiskum orsøkum, at valskráin ikki verður løgd fram, fyrrenn allir hinir flokkarnir hava lagt sína skrá fram.

 

- Mínar royndir frá marknaðarføring siga mær, at tann seinasti boðskapurin veljarin hoyrir, er eisini tann, hann minnist best, tá ið krossurin skal setast, sigur løgmaður.